Heim

Vælkomin til heimasíðuna hjá Susvim.

 Søgan um Susvim.

Susvim er svimjifelag í Suðuroynni, ið varð stovnað 6 september 2007. Orðið Susvim er stytting av Suðuroyar Svimjifelag.

Áðrenn nýggja felagið varð stovnað, vóru tvey svimjifeløg í Suðuroynni, tey vóru Tvøroyrar Svimjifelag og Vágs Svimjifelag.

Tey fyrstu árini, fram til Páls Høll læt upp í oktober 2015, fór venjingin fram í 25 metra svimjihyli í Vági og í 12,5 metra svimjihyli á Tvøroyri.

Ídag venur 1. og 2. liðið hjá Susvim bara í Páls Høll, meðan 3,4 og plaskiliðið eru deild í sunnara og norðara helvt, har sunnara helvt venur í Páls Høll og norðara helvt venur í svimjihylinum á Tvøroyri.

Susvim hevur sera góðar venjingar umstøðir síðan Páls Høll læt upp í 2015. Fyrr var neyðugt at fara av landinum fyri at venja í langgeil, men eftir at Páls Høll varð bygd við Føroya fyrsta langhyli, er ikki neyðugt at fara av landinum fyri at venja á langgeil.

Páls Høll liggur á Oyrinum á syðra armi av Vágsfirði.