SuSvim-stevna 6. mars 2021, fyri bólk 1 til 4.

Svimjikapping fyri tey yngru, verður í Pálshøll tann 6 mars, hetta er ein kapping fyri teir yngstu aldurs bólkanar 1 til 4. Hendan kappingin verður vanliga hildin í svimjihøllina á Tvøroyri, men vegna korona, so er ikki møguligt at halda tilmælini frá mynduleikinum. Tí er kappingin flutt í Pálshøll.

Orsakað av at tað eru so nógvar tilmeldingar , heili 115, mugu vit halda tilmælini so gott, sum tað letur seg gera.Tí kunnu tey, ið skulu svimja tann seinna partin, ikki sleppa inn í høllina, fyrr enn at hini eru liðug at svimja. Upphiting til seinna partin er kl 12:30, so tað skuldi gingið

Her eru startlistarnir:

Leygarmorgun.

Leygardag.

Bestu eydnu øll somul.

Stuðulsavtalað við Vágs Litbúð

Vágs Litbúð, hevur skrivað stuðilsavtalu við Susvim tey komandi kappingarárini. Tað er av sera stórum týdningi, at vit í Susvim fáa lokalar stuðlar, og eru vit í Susvim sera takksom fyri, at Vágs Litbúð sær týdningin av arbeiðinum, ið Susvim ger fyri ungdómin í allari oynni. Uttan hesar stuðlar er ómøguligt at menna hesi ungu dugnaligu svimjarar, ið vónandi kunnu seta Suðuroynna og Føroyar á heimskortið einaferð í framtíðini.

Susvim takkar hjartaliga Vágs Litbúð við Erhard og Harriet Joensen, fyri stuðilin.

SuSvim Open 10. – 11. apríl 2021 nú góðkend OL-úttøkustevna

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú góðkent svimjistevnuna “SuSvim Open Apríl 2021” sum offisiella úttøkustevnu til OL í Tokyo 2021, ið er stevna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági hin 10. og 11. apríl 2021. Harvið kunnu føroyskir svimjarar vónandi fyri fyrstu ferð nakrantíð royna eftir OL-úttøku her heima í Føroyum, nú danska úttøkuskipanin er broytt frá at kravtíðirnar skulu klárast á ávísum stevnum, til heldur at skula klárast innanfyri eitt kravtíðarskeið.

SuSvim Open April 2021 góðkend OL-úttøkustevna

Hetta er arbeiði sum byrjaði líka so skjótt sum vit frættu um ætlaðu broyting hjá dønum, at nú brúka eitt kravtíðarskeið frá 1. februar til 23. mai 2021, heldur enn hina skipanina har kravtíðirnar skuldu klárast á annaðhvørt Danish Open ella Swim Open Stockholm.

Mest upplagda stevna var SuSvim Open sum longu stóð í kalendaranum til hin 10. og 11. apríl 2021, og vóru suðuroyingar og neyðugi altjóða yvirdómari tíbetur skjót at siga ja til uppgávuna, so at vit kundu framleiða neyðuga tilfar til at kunna søkja um loyvi frá FINA, til at eisini hendan stevna kundi góðkennast sum úttøkustevnu til OL, eins og FM á langgeil í 2019 og 2020.

Tað er jú netupp so, at FINA nú fleiri ferðir hevur góðkent svimjistevnur í Vági sum úttøkustevnu til OL, uttan at føroyingar fyri tað hava kunnað brúkt tað til nakað. Hetta tí at danir áleggja eyka krøv omaná krøvini frá FINA, um at harðari kravtíðir skulu klárast á ávísum stevnum, og annað.

Dansk Olympisk Komite er kunnað um hesa spildurnýggju støðu, og vóna vit sjálvsagt at eisini tey góðtaka hendan møguleika, til í øllum førum føroyingar at kunna royna eftir OL-úttøku í Føroyum.

Ein góður dagur fyri føroyska svimjing, skrivar Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya á svimjing.com.

Fleiri nálir til Susvim Open 6-7 feb.

Susvim skipaði í vikuskiftinum fyri svimjinkapping. Hetta var ein opin kapping, har kappast varð í øllum aldursbólkum. Svimjarnir hjá Susvim stóðu seg væl í kappingin, og fleiri kláraðu nálatíðir.

Silja Bech svam seg fyrst til eina talentnál í 400 frí leygardagin við tíðini 6.05,22 og sunnudagin kláraði hon at svimja seg til eina bronsunál í 200 frí við tíðini 2.47,14

Bjarta í Lágabø svam seg til ein bronsunál í 50 frí við tíðini 34,93

Jóannes Clementsen svam seg til eina bronsunál í 50 frí við tíðini 30,85

Jónathan L. Sørensen svam seg til ein talantnál í 100 frí við tíðini 1.14,15

Vit í Susvim vilja ynskja teimum og øllum hinum svimjarunum hjartaliga tillukku við flottu úrslitunum.

SuSvim hevur sett nýggjan venjara

SuSvim hevur sett nýggjan høvuðsvenjara. Talan er um 31 ára gamla Dánjal Martin Hofgaard úr Vági,sum tekur yvir eftir Balázs Sasvari, ið er farin aftur til Onglands.

Dánjal Martin er gamal kappsvimjari, og hevur vunnið mong heiðursmerkir til SuSvim. Hann hevur royndir sum venjari og hevur eisini verið venjari hjá SuSvim áður. Hann er 

eisini kendur kapprógvari, og hevur verið heimsmeistari í inniróðri. 

Vit í SuSvim ynskja Dánjal Martin hjartaliga vælkomnan aftur og góða eydnu í starvinum.