SuSvim vil veita eina tøkk til øll, ið vóru við til at stuðla lutaseðlasøluni hjá okkum. Vit vórðu væl móttikin í allari oynni, og er tað ein sonn gleði at uppliva, hvussu væl fólk taka ímóti okkum. Ein tøkk fer eisini til tær fyritøkur og onnur, ið altíð eru við at stuðla.
SuSvim og Varðin Pelagic hava longt stuðulsavtaluna fyri komandi kappingarárini.
Varðin Pelagic hevur verið ein hollur stuðul hjá SuSvim í fleiri ár, og eru vit í SuSvim sera takksom fyri tað.
At ein stór lokal fyritøka letur sín stuðul til ítróttin , er av alstórum týdningi fyri alla oynna. Tað hjálpir okkum at náa okkara málum í framtíðini.
SuSvim og Suðuroyar Sparikassi hava gjørt nýggjan stuðulssáttmála, ið er galdandi fyri tey næstu 3 árini. Suðuroyar Sparikassi hevur verið høvuðsstuðul hjá SuSvim seinastu nógvu árini, og eru okur í SuSvim sera takksom fyri tann vælvilja, ið Sparikassin hevur veitt felagnum. Tað er av stórum týdningi, at okur kunnu hava ein lokalan sparikassa, at verða høvuðsstuðul hjá einum felags ítróttarfelag í oynni. Okur í SuSvim gleða okum til framhaldandi gott samstarv.
Marlon Kjærbo,formaður í SuSvim og Petur Óli Samuelsen, deildarleiðari Vági
Í vikuskiftinum skipaðu vit fyri stórari bólkakapping í Páls Høll. Hetta var ein kapping fyri teir yngru svimjararnir, og var kappingin deild upp í tveir partar. Fyrrapartin leygarmorgunin svumu bólkur 1 og 2 gentur og dreingir. Hetta eru gentur, ið eru 9 ár og yngri, og dreingir, ið eru 10 ár og yngri. Seinnapartin var kapping fyri bólk 3 og 4, ið eru gentur, ið eru 13 ár og yngri, og dreingir, ið eru 14 ár og yngri. Tað serliga við hesi kapping var, at hon eftir ætlan skuldi verða í svimjihylinum á Tvøroyri, men vegna korona tilmælir lat hetta seg ikki gera, tí valdu vit at halda kappingina Páls Høll, og svimja breiddina, ið er 16 metrar, ístaðin fyri longdina. Kappast varð á teinunum 16m, 33m, 50m og 66m. Akkurát hesir aldurbólkar, hava verið hart raktir av korona tilmælunum, tí teir plagdu at kappast í teimum smærru svimjihylunum. Hetta hevur ikki verið loyvt tað seinasta árið, og tí er hetta bert onnur kappingin hjá teimum hetta kappingarárið. Hetta merktist eisini aftur á tilmeldingunum, at svimjararnir hava glett seg at sleppa at kappast aftur, og ikki færri enn 115 svimjarar høvdu meldað til kappingina. Hjá nógvum av okkara svimjarum, var hetta fyrstu ferð tey luttóku í einari svimjikapping, og kláraðu tey seg sera væl. Hetta er fyrstu ferð, at ein stuttbana kapping verður hildin í langhylinum, men ikki seinastu ferð, tí kappingin eydnaðist sera væl.