Í vikuskiftinum skipaðu vit fyri stórari bólkakapping í Páls Høll. Hetta var ein
kapping fyri teir yngru svimjararnir, og var kappingin deild upp í tveir partar.
Fyrrapartin leygarmorgunin svumu bólkur 1 og 2 gentur og dreingir. Hetta eru gentur,
ið eru 9 ár og yngri, og dreingir, ið eru 10 ár og yngri. Seinnapartin var kapping fyri
bólk 3 og 4, ið eru gentur, ið eru 13 ár og yngri, og dreingir, ið eru 14 ár og yngri.
Tað serliga við hesi kapping var, at hon eftir ætlan skuldi verða í svimjihylinum á
Tvøroyri, men vegna korona tilmælir lat hetta seg ikki gera, tí valdu vit at halda
kappingina Páls Høll, og svimja breiddina, ið er 16 metrar, ístaðin fyri longdina.
Kappast varð á teinunum 16m, 33m, 50m og 66m.
Akkurát hesir aldurbólkar, hava verið hart raktir av korona tilmælunum, tí teir plagdu
at kappast í teimum smærru svimjihylunum. Hetta hevur ikki verið loyvt tað seinasta
árið, og tí er hetta bert onnur kappingin hjá teimum hetta kappingarárið.
Hetta merktist eisini aftur á tilmeldingunum, at svimjararnir hava glett seg at sleppa
at kappast aftur, og ikki færri enn 115 svimjarar høvdu meldað til kappingina.
Hjá nógvum av okkara svimjarum, var hetta fyrstu ferð tey luttóku í einari
svimjikapping, og kláraðu tey seg sera væl.
Hetta er fyrstu ferð, at ein stuttbana kapping verður hildin í langhylinum, men ikki
seinastu ferð, tí kappingin eydnaðist sera væl.
Fleiri myndir síggjast á myndasavninum.
Úrslitalistin sæst niðanfyri.