Bronsunál til Andreas

I dag og morgin er svimjikapping í Páls Høll.

Hesin ungi svimjarin hjá Susvim, Andreas Debess, hevur ídag svomi seg til bronsunál í 100m frí, við tíðini 1.07.71. Hetta gevur honum rætt til lutakað til FM, seinni í ár, bæði á langgeil og á stuttgeil. Okur ynskja Andreas hjartaliga tillukku við bronsunálini.