OL vinnari, heimsmeistari og europameistari á vitjan í Páls Høll

Seinastu dagarnir hevur Páls Høll havt óvanliga og forkunnuga vitjan, tí heimsins besti kvinnuligi svimjari, Katinka Hosszú úr Ungarn hevur verið í Páls Høll á venjingarlegu. Við á ferðini, var eisini venjarin hjá Katinku, Arpi Petrov og svimjarin Jaouad Syoud.

Hvørt ár leggja nógvir svimjarar og svimjilið leiðina til Vágs til Páls Høll á venjingarlegu, men Katinka Hosszú er uttan samanbering størsta svimjistjørnan, sum vit hava havt á vitjan – og eru vit sera stólt um at fáa so forkunnuga vitjan.

Saman við Katinku Hosszú vóru eisini føroysku landsliðssvimjararnir á venjingarlegu í Vági og svimjarir í hava klára silvurnál, vóru eisini boðin við á venjingarlegu.

Arpi og Katinka høvdu eisini ein fyrilestur í Marghølllini fyri svimjarinum.