SuSvim hevur sett nýggjan venjara

SuSvim hevur sett nýggjan høvuðsvenjara. Talan er um 31 ára gamla Dánjal Martin Hofgaard úr Vági,sum tekur yvir eftir Balázs Sasvari, ið er farin aftur til Onglands.

Dánjal Martin er gamal kappsvimjari, og hevur vunnið mong heiðursmerkir til SuSvim. Hann hevur royndir sum venjari og hevur eisini verið venjari hjá SuSvim áður. Hann er 

eisini kendur kapprógvari, og hevur verið heimsmeistari í inniróðri. 

Vit í SuSvim ynskja Dánjal Martin hjartaliga vælkomnan aftur og góða eydnu í starvinum. 

Flot-stevna

Leygardagin 1/2-2020 var svimjikapping á Toftum. Hetta er fyrsta svimjikapping í ár hjá teimum yngru. Kappingin var deild upp í tveir partar. Fyrst svumu tey yngstu. Hetta vóru gentur 9 ár og yngri,og dreingir 10 ár og yngri. Í seinna partinum svumu dreingir føddir í 2008 og 2009, og gentir føddar í 2009 og 2010. Susvim gjørdist stóri vinnarin av kappingini við ikki minni enn 12 gull, 6 silvur og 6 bronsu.

Suvim : 12 gull, 6 silvur og 6 bronsu

FS: 7 gull, 6 silvur og 4 bronsa

Ægir: 3 gull, 3 silvur og 4 bronsu

HS: 2 gull, 6 silvur og 4 bronsu

Flot: 1 bronsu

Vit vilja ynskja teimum øllum hjartaliga tillukku við teimum flottu úrslitunum.

SuSvim til NM / NJM

Tveir svimjarir frá SuSvim hava í vikuskiftinum verið til Norðurlendska Meistarastevnu í Tórshavn. Tey bæði Róland Toftum og Alisa Vestergård, stóðu seg væl. Róland setti FØ met í 50 m bringu við tíðini 28,37 sek. Alisa var við liðsvimjingini, ið setti FØ met í 4 x 200m frí við tíðini 2,26,81. Nýggi venjarin hjá Susvim, Balász Sasvari, var eisini við sum ein partur av venjaratoyminum hjá SSF. Ferðaleiðarar hjá FØ liðnum, vóru eisini úr SuSvim, Yvonna og Óli Toftum. Róland Toftum er longu farin víðari til næstu kapping. Hann skal luttakað í EM í Glasgow í hesi vikuni, okur ynskja Rólandi góða eydnu.

Balazs Sasvari nýggjur høvuðsvenjari hjá Susvim

Balazs Sasvari og Marlon Kjærbo

Susvim hevur fingið nýggjan høvuðsvenjara, tað er 35 ára gamli ungarin Balasz Sasvari. Vit hava biðið hann siga nøkur orð um seg sjálvan.

Eg eri uppvaksin í Ungarn, har øll í familjuni svumu. Báðir beiggjarnir hjá mær svumu, og pápi okkara var høvuðs venjari hjá okkara felag, og tað er hann framvegis. Eg svam kapp í 18 ár, eg byrjaði sum 6 ára gamal, og eg svam við sama felag øll ár. Eg byrjaði at svimja Open Water kappingar, tá ið eg var 16 ára gamal, eg fann útav, at eg var betur til Open water enn í svimjihylinum. Tá eg gekk á universitetinum fokuseraði eg á Open Water svimjininga, og tá bleiv eg úttikin til landsliðið. Eg havi luttikið í tveimum EM Open Water, eg havi eisini verið við til fleiri World Cups, og Len Cups. Eg havi verið Ungarskur meistari fýra ferðir.

Ígjøgnum hesu árini bleiv eg útbúgvin sum Ítróttalærari (Bachelor), og eg tók eisini útbúgving sum svimjilærari og venjari. Aftaná Universitetið byrjaði eg at arbeiða í heimbygdini sum fulltíðar svimjilærari og venjari. Í 2009 fekk eg eitt tilboð um at sleppa til Egyptalands og byrja mína karrieru sum venjari. Eftir eitt ár í Egyptalandi flutti eg til Onglands, og skjótt aftaná gjørdist eg høvuðsvenjari fyri fyrstuferð. Eg búði í Onglandi í 9 ár. Í hesum tíðarskeiði var eg høvuðsvenjari hjá tveimum feløgum. Eg havi vant nógvar svimjarar til regionalt og nationalt støði, og mínir bestu svimjarar hava vunnið landsmedaljur og svomið á altjóða støði.

Eg helt áfram við mínari útbúgving í Onglandi, har eg fekk prógv sum ein stig 3 svimjivenjari, og eisini sum Fitness intruktør.

Aftaná ein langan stegð í Onglandi, helt eg, at eg trongdi til eina broyting, og tí tók eg av hesum sera spennandi tilboði um at venja SuSvim. Eg vóni, at eg fari at megna at fáa SuSvim upp á tað næsta støði!

Susvim ynskir Balasz vælkomnum og bestu ynskir framyvir.

Susvim til Køge Open

Susvim ferðaliðið

Susvim til Køge-open 

Í dag fara 14 svimjarar hjá Susvim til Danmarkar. Tey skulu luttaka í svimjikapping, ið verður í Køge í vikusiftinum. Svimjikappingin byrjar í morgin fyrrapartin, og verða tað svomnar innleiðandi kappingar um morgunin, og finalurnar eru seinnapartin. 

Svimjarnir hjá Susvim, ið luttaka í kappingini eru í aldrinum frá 8 – 14 ár. 

Svimjarnir, ið eru við eru:        

Jórun Winther (2011) 

Eva Debess (2010) 

  Diana Bech (2010) 

  Bjarta í Lágabø (2009) 

  Lilja Winther (2009) 

  Silja Bech (2008) 

  Emma Debes (2010) 

  Sissal Rógvadóttir (2010) 

  Talita Johannesen (2010)  

  Bjarti Ludvig (2006) 

  Andreas Debess (2006) 

  Jóannes Clementsen (2007) 

  Teitur Winther (2005) 

  Jónathan Sørensen (2006) 

Venjarar á ferðini eru: Diana Müller og Róland Toftum 

Ferðaleiðari er: Marlon Kjærbo 

Susvim ynskir svimjarunum góða eydnu.