Móttøka fyri Róland í Páls Høll

Týskvøldið skipaði Vágs kommuna og Susvim fyri móttøku av Róland í Páls Høll

Róland vann sum kunnugt 2 gullmerkir og eina bronsu við Oyggjaleikunum á Gibraltar, har Róland eisini setti tvey føroysk met.

Hetta var triðu oyggjaleikinar, ið Róland hevur lutikið á, fyrstu ferð var á Jersey 2015, síðan Gotland 2017 og nú á Gibraltar 2019. Næstu oyggjaleikir verða á Guernsey 2021, og vóna vit, at Róland heldur á at venja og heilsan vil tað so, at hann aftur tá umboðar Føroyar.

Marlon, formaður í Susvim, Dennis Holm, borgarstjórið fyri Vágs kommunu, Sørin Bruhn, stjórið á Suðuroyar Sparikassa og Jens Petur Brattalíð, leiðari fyri Páls Høll, fluttu framm røðu fyri Róland. Eisini fekk Róland gávu frá Vágs kommunu og Suðuroyar Sparikassa, hartil blómutyssið frá Vágs kommunu og Páls Høll.

Susvim á venjingarlegu

1. lið hjá Susvim hevur júst verið á venjingarlegu. Susvim hevur nakrar ferðir havt eina venjingarlegu, tá í svimjiárið byrjar aftur í august. Hesaferð var venjingarlegan í Lissabon, Portugal. Hendan venjingarlegan var eitt sindur annarleiðis, av tí at fyrsti partur var meira sum ein vælfortjent feria hjá okkara svimjarum. Flestu teirra fóru longu avstað beint eftir oyggjaleikinir á Gibraltar. Restin av svimjarunum, saman við nøkrum foreldrum, fóru úr Føroyum 1 august. Ferðalagi kom heim aftur til Føroya týsdagin 13. august.

Ferðaleiðarar á ferðini vóru Anita og Atli Vestergård.

OYL2019 á Gibraltar

Oyggjaleikinar 2019 hava júst verið á Gibraltar og einasta umboð fyri Susvim var Róland Toftum. Tað gekk frammúr gott hjá Róland. Róland legði út við at vinna gull í 100m bringu, við tíðini 1.02.38, hetta var eisini føroyskt met, eitt met í Pál Joensen átti, Pál setti hetta metið á Oygglaleikunum á Jersey tann 29 juni í 2015. Dagin eftir gjørdi so Róland tað aftur, við at vinna gull í 50m bringu og aftur hesaferð við at seta føroyskt met, við tíðini 28.38. Róland átti sjálvur gamla metið, við tíðini 28.55, frá 28 okt. 2018. Triða dagin var tað so 50m firvald á skránni, her megnaði Róland at vinna bronsu, við tíðini 24.96, ið bara er 26/100 frá føroyska metinum. Sostatt gekk tað frammúr gott hjá Róland á OYL2019.

Vit, ið kenna Róland, vita at hann er plágaður av sjúku, men tíðbetur hevur Róland ein vilja av stáli. Eg vil viðfesta nøkur orð, ið ein vágbingur, sum var á Gibraltar, samstundis, ið oyggjaleikinir vóru, skrivaði um Róland.

“Tad var ein rørandi løta fyri meg tá Róland vann 100 metrar bringusvimjing á Gibraltar íkvøld. Um nakar hevur víst ein serligan vilja, sýnt eitt serligt árræði og kempa ímótir øllum oddsum, so er tað Róland, uttan harvið at taka nakað frá nøkrum av okkara sera dugnaliga svimji ungdómi, ið øll vístu framúr evnir og vilja í dag.

Tú ert veruliga ein fyrimynd fyri okkara ungdóm tá ið tað snýr seg um at uppnáa mál, ið ein setur sær í lívinum, sjálvt um viðurskiftini ikki laga seg sum vit kundu ynskt.”

Vit gleða okkum longu til OYL2021 á Guernsey

Hjartaliga tillukku Róland.

Stuðulssvimjing hjá Susvim.

Leygardagin 5 maj hevði susvim stuðulssvimjing á Tvøroyri, fyri teir yngru svimjarinar, hesir ungu røsku svimjarinar hjá okkum, svumu ikki minnið enn 7,2 km og er hetta sera flott. Nú leygardain tann 11 maj fara so teir eldru svimjarinar at svimja og verður tað í Páls Høll.

Enn er møguligt at stuðla susvim, stuðlast kann við at seta eitt krónu tal á pr. km, ið svomi verður ella við einari fastari upphædd. Um tit ynskja at stuðla, so kann man seta seg í samband við onkran hjá susvim ella á teldiposti:

susvim@susvim.fo

web.susvim@gmail.com

Takk fyri stuðulin.

FM á langgeil 2019

Páls Høll

Føroya Meistarastevna á langgeil 2019.

Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri FM á langgeil í Páls Høll í Vági, nú fríggjadagin til sunnudagin hin 26. til 28. apríl 2019. Fylgjast kann við í kappingini her á livetiming.se