OYL2019 á Gibraltar

Oyggjaleikinar 2019 hava júst verið á Gibraltar og einasta umboð fyri Susvim var Róland Toftum. Tað gekk frammúr gott hjá Róland. Róland legði út við at vinna gull í 100m bringu, við tíðini 1.02.38, hetta var eisini føroyskt met, eitt met í Pál Joensen átti, Pál setti hetta metið á Oygglaleikunum á Jersey tann 29 juni í 2015. Dagin eftir gjørdi so Róland tað aftur, við at vinna gull í 50m bringu og aftur hesaferð við at seta føroyskt met, við tíðini 28.38. Róland átti sjálvur gamla metið, við tíðini 28.55, frá 28 okt. 2018. Triða dagin var tað so 50m firvald á skránni, her megnaði Róland at vinna bronsu, við tíðini 24.96, ið bara er 26/100 frá føroyska metinum. Sostatt gekk tað frammúr gott hjá Róland á OYL2019.

Vit, ið kenna Róland, vita at hann er plágaður av sjúku, men tíðbetur hevur Róland ein vilja av stáli. Eg vil viðfesta nøkur orð, ið ein vágbingur, sum var á Gibraltar, samstundis, ið oyggjaleikinir vóru, skrivaði um Róland.

“Tad var ein rørandi løta fyri meg tá Róland vann 100 metrar bringusvimjing á Gibraltar íkvøld. Um nakar hevur víst ein serligan vilja, sýnt eitt serligt árræði og kempa ímótir øllum oddsum, so er tað Róland, uttan harvið at taka nakað frá nøkrum av okkara sera dugnaliga svimji ungdómi, ið øll vístu framúr evnir og vilja í dag.

Tú ert veruliga ein fyrimynd fyri okkara ungdóm tá ið tað snýr seg um at uppnáa mál, ið ein setur sær í lívinum, sjálvt um viðurskiftini ikki laga seg sum vit kundu ynskt.”

Vit gleða okkum longu til OYL2021 á Guernsey

Hjartaliga tillukku Róland.