Týskvøldið skipaði Vágs kommuna og Susvim fyri móttøku av Róland í Páls Høll
Róland vann sum kunnugt 2 gullmerkir og eina bronsu við Oyggjaleikunum á Gibraltar, har Róland eisini setti tvey føroysk met.
Hetta var triðu oyggjaleikinar, ið Róland hevur lutikið á, fyrstu ferð var á Jersey 2015, síðan Gotland 2017 og nú á Gibraltar 2019. Næstu oyggjaleikir verða á Guernsey 2021, og vóna vit, at Róland heldur á at venja og heilsan vil tað so, at hann aftur tá umboðar Føroyar.
Marlon, formaður í Susvim, Dennis Holm, borgarstjórið fyri Vágs kommunu, Sørin Bruhn, stjórið á Suðuroyar Sparikassa og Jens Petur Brattalíð, leiðari fyri Páls Høll, fluttu framm røðu fyri Róland. Eisini fekk Róland gávu frá Vágs kommunu og Suðuroyar Sparikassa, hartil blómutyssið frá Vágs kommunu og Páls Høll.